Koyristólur Skerdur Førleiki, eisini nevnt KF felagið, var stovnað hin 21. juli 2025 og er eitt ikki-vinnurekandi áhugafelag, umboðandi koyristólsbrúkarar og fólk við skerdum førleika.
Endamál felagsins er, sum felag at taka sær av áhugamálum hjá koyristólsbrúkarum, og fremja kunnleika og áhuga í samfelagnum fyri umstøðurnar og tørvin hjá hesum brúkarum. Ráðandi millum raðfestingarnar hjá KF er at gera Føroyar atkomuligar fyri øll, eisini tey sum sita í koyristóli og við skerdum førleika.Hóast stig eru tikin á leiðini, er langt eftir á mál.

