Stovnaðarsamtykt
Undirritaðu
Kaj Leo Holm Johannesen,
Eydna Mouritsen
Eyoun Hansen
Claus Asbjørn Rasmussen, og
Noomi Gregersen
hava í dag gjørt av, at stovna eitt felag fyri koyristóabrukarar, við hesum samtyktum fyri felagið:
Samtyktir fyri KF
Grein 1 – Navn og heimstaður
Navn felagsins er Koyristóur Skerdur Førleiki – ella stuttstavað KF. Heimstaðurin er Tórshavn.
Grein 2 – Endamal
Endamál felagsins er, sum felag at taka sær av áhugamalunum hjá koyristóabrukarum, og fremja kunnleika og áhuga i samfelagnum fyri umstøðurnar og tørvin hja hesum brúkarum.
Grein 3 – Limaskapur
Felagið er fyrst og fremst eitt felag fyri koyristólabrukara sum kun nu gerast limir í felagnum, men aftur at hesum kunnu øll onnur eisini gerast limir i felagnum.
Grein 4 – Limagjaldið
Limagjaldið verour ásett av nevnd felagsins. Nevndin ger av ivaspurningar um gjaldsskyldu og um hvussu limagjald verour kravt.
Grein 5 – Skylda limanna
Tað er skylda limanna, loyalt at virka fyri áhugamalum felagsins.
Grein 6 – Nevndin
Felagið verour stjórnað av eini 3-5 fólkanevnd, ið verður vald av ársaðalfundinum.
Nevndarlimur kann verða afturvaldur.
Nevndin skipar seg sjálv við forfólki, næstforfólki, skrivara og peningarøkili.
Nevndin leggur sjalv sitt arbeiði til rættis.