Eg var bangin í fyrstani, síðani var eg mótfallin, so var eg firtin, so bleiv eg treiskur, so bleiv eg spentur at læra, tað var hart men lærurikt.
Tú gerst betur við venjing, gev ongantíð upp, aldrin!
Eg vil bara geva kunning til tín sum er í koyristóli bæði leingi og styttri tíðarskeið.
Ein góð flyting er lykilin til sjálvstøði.
Ein góð flyting snýr seg ikki um at vera skjót – hon snýr seg um at vera trygg, støðug og stýrd.
Set bremsurnar á.
Set koyristólin tætt við.
Hall teg fram.
Trýst við hondunum og, um møguligt, við beinunum.
Flyt teg róliga og við tamarhaldi.
Ein fullkomin flyting er ein flyting, sum tú kanst gera aftur og aftur uttan pínu, ótta fyri at detta ella óneyðuga belastning av akslum og armunum.
Verja kroppin – hvør góð flyting í dag gevur tær størri frælsi í morgin.
Nú havi eg lært eina næstan perfekta flyting, tað gevur sjálvsálit !
